Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Search
Leitingarúrslit
LAT AFTUR
TOURISM SITES
English
Faroese
PROFESSIONAL SITES
Press & professionals
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism
Join the Preservolution!
Meetings
Faroe Islands Fam-shop
FØROYAR
Ferðavinna
Tíðindi
Closed for maintenance Føroyar
Follow Us
Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Galerie Focus
Listaframsýning
Marianna Norðoy eigur og rekur Galerie Focus, sum lat upp sína fyrstu framsýning 19. juli 2002. Framsýningarnar hava verið væl vitjaðar alt árið. Um várið og heystið hava nógv ferðafólk vitjað.
Hava tygum í hyggju at keypa list? Hava tygum brúk fyri einum óbindandi práti í sambandi við tygara ynskju? So hjálpa vit fegin við ráðgeving og hugskotum.
Umframt at selja myndlist og skipa fyri framsýningum hevur Galerie Focus ráðgevandi virksemi. Vit kunnu, í samstarvi við keypara, finna tað rætta keypið, bæði tá tað snýr seg um gávur, keyp av myndlist til fyritøkuna og privat.
Galerie Focus hevur samskifti við flest øll viðurkend myndlistafólk í Føroyum, hetta gevur eitt ríkt úrval av list í at velja hjá tygum. Vit átaka okkum alt listainnkeyp og umsiting av list hjá stovnum og fyritøkum saman við teirra leiðslu. Møguligt er eisini at nýta Galerie Focus í sambandi við nýbyggjarí, umbygging ella broyting av uppsetingini av listini ið fyritøkan eigur.
Listaverk sum verða keypt úr goymslu okkara kunnu roynast har tey eru ætlaði. Ljós, litir, rúm, innbúgv og annað ávirka í stóran mun listaverkini, eisini sínamillum verða verkini ávirkaði. Tað er tí mangan neyðugt og av stórum týdningi at uppliva heildina á staðnum fyri at kunna taka eina endaliga støðu.
Lat okkum hittast millum listina og fáa ágóðan av royndunum hjá listafólkunum at ríka gerandisdagin. Vónandi hevur hetta vakt tygara áhuga, soleiðis at Galerie Focus framyvir kann gerast tygum ein virðismikil ráðgevi.
Bústaður
Dr. Jakobsensgøta 15
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Lukka
Líknandi støð
Øki / Bólkar