Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
LAT AFTUR
TOURISM SITES
English
Faroese
PROFESSIONAL SITES
Press & professionals
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism
Join the Preservolution!
Meetings
Faroe Islands Fam-shop
FØROYAR
Ferðavinna
Tíðindi
Closed for maintenance Føroyar
Follow Us
Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Leikalund
Leikalund er handil og mentanardepil í gomlu handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum úti í Klaksvík.
Elsti parturin av húsinum er tann norðasti. Hann varð tikin í nýtslu í 1838, tá ið kongaligi einahandilin - sum síðan 1709 einans hevði virkað í Havn - lat upp deild í Klaksvík. Í dag kenna vit betur henda eltsa partin av bygninginum sum Spaniastova, ið heldur enn at verða brúkt til handilshøli er karmur um konsertir, sjónleikir, fyrilestrar og framsýningar.
Sunnara lonin varð bygd í 1847. Hon varð tá kallað “nýggja pakkhús”, meðan norðari bygningurin varð róptur “gamla pakkhús”. Tá einahandilin varð avtikin í 1856, vórðu handilsbygningarnir seldir á uppboðssølu. Handilsvirksemið í pakkhúsunum helt tó fram sum vant.
Handilin var stongdur í nøkur ár í 1990'unum, men læt upp aftur í 2000, og hetta varð byrjanin til Leikalund, sum vit kenna hana í dag. Frá at selja gerandisvørur fór handilin at selja fløgur, bøkur og gávulutir. Handilsinnbúgvið varð tó verandi tað sama.
Í dag er Leikalund kent sum ein mentanardepil, har listafólk hava ein sýnisglugga, og har fólk koma at hoyra ein fyrilestur, til konsertir ella bara hittast til ein kaffimunn og eitt gott prát. Nógv ferðafólk, sum koma til Klaksvíkar, steðga á eina løtu inni í hugnaliga handlinum úti í Klaksvík og keypa okkurt ferðaminni heim við.
Bústaður
Klaksvíksvegur 86
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Lukka
Øki / Bólkar