Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
LAT AFTUR
TOURISM SITES
English
Faroese
PROFESSIONAL SITES
Press & professionals
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism
Join the Preservolution!
Meetings
Faroe Islands Fam-shop
FØROYAR
Ferðavinna
Tíðindi
Closed for maintenance Føroyar
Follow Us
Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Sandavágs Kirkja
Sandavágs Kirkja er elsta kirkja ið er bæði tekna og bygd av Føroyingum. Sandavágssteinurin er ein føroyskur rúnusteinur frá 1200-áratalinum, ið verður varðveittur inni í Sandavágs kir
Sandavágs kirkja er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917.
Magnus Jacobsen (Magnus av Kamarinum) teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70 m long og 9,60 m breið. Undir byggingini var hann sjálvur byggimeistari og formaður. Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík sum arbeiðsformann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen, málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á. H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur, úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum.
10. august 1891 gav Thomas Thomassen (Tummas í Bartalsstovu) altartalvuna sum hongur í kirkjuni í dag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns skald, hevur málað altartalvuna. Talvan, sum varð unvæld í 1997, er mett at vera umleið 150 ára gomul.
Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum Kristin í Geil hevur málað eftir gomlum kirkjumálningum. Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar.
Sandavágssteinurin er ein føroyskur rúnusteinur frá 1200-áratalinum, ið verður varðveittur inni í Sandavágs kirkju.
Bústaður
Gamlivegur 2
Vágar
Upplatingartíðir
-
Lukka
Hentleikar
- Koyristól atgongd
- Parkering
Øki / Bólkar