Summar í Havn
Tað er eingin orsøk at ganga og keða seg heima í Føroyum í summar.
Komið við í Sandagerð, tá vit fara at stuttleika okkum við eitt nú:
Slackline – Klárar tú at ganga á slackline yvir um ánna uttan at detta niður í vatnið?
Beach Volley – Finnið saman tvey og tvey, og takið kampin upp á sandinum um hvør er betur til beach volley!
Gin Yoga – Nú hevur tú høvi at royna Gin Yoga, tá gløsini verða fylt og mátturnar rullaðar út í sólríka Sandagerði.
Stand Up Paddle – Leiga SUP bretti í Sandagerði, og brúka tað sum venjing fyri balansu og core vøddarnar ella til stuttleika á sjónum.
Umframt alt hetta ber til at dyppa í sjónum, stuttleika sær við spølum ella bara at njóta løtuna undir litríku sólskjólunum á sandinum afturvið lekrum tónum úr hátalarunum.
Vit síggjast í Sandagerði sunnudagin 19. juli frá kl. 14 til 18